Verkætlanin

Orkuskiftið – samstarv millum SEV og Orku

Orkuskiftið er skipað samstarv millum Elfelagið SEV og Orka, sum er deild á Umhvørvisstovuni.

Orkuskiftið hevur til endamáls at flyta føroyska samfelagið frá olju til grønar orkuloysnir.

Orkuskiftið skal seta í verk eina tilgongd, sum alsamt økir tilvitskuna hjá borgarum, politisku skipanini, myndugleikum og vinnulívi um týdningin av grønari orku við serligum atliti at búskapi og umhvørvi.

Í tilgongdini hevur Orkuskiftið týðandi leiklutin at samskipa, ráðgeva og kunna um varandi orkuloysnir, bæði tá talan er um vanliga borgaran, politisku skipanina, myndugleikar og vinnulívið.

Í fyrstu atløgu leggur Orkuskiftið serligan dent á upphiting og flutning á landi, men aðrir spurningar, sum við tíðini taka seg upp á grønu kósini, verða viðgjørdir og handfarnir, tá ið tíðin er búgvin til tað.