1. apríl 2019

Viðv. umsókn/tilboði uppá loyvi til elframleiðslu úr vindorku í Porkeri

Orka á Umhvørvisstovuni hevur í dag tikið avgerð um at veita Vindfelagnum í Neshaga (SEV) loyvi til elframleiðslu úr vindorku við sjey vindmyllum í Porkeri.

Kelda: us.fo

Tá freistin at søkja var úti 1. mars 2019 kl. 12.00, vóru tvey boð komin inn - frá Vindfelagnum í Neshaga og frá hollendska vindmylluframleiðaranum EWT.

EWT hevur bjóðað við felag undir stovnan, og boðið frá teimum er treytað av, at til ber at fáa føroyskar íleggjarar at luttaka í verkætlanini.  EWT hevur seinni boðað frá, at tað ikki er eydnast at finna føroyskar íleggjarar til verkætlanina.

Boðið frá Vindfelagnum í Neshaga er áljóðandi 31,55 oyru/kWt, sum merkir at vindfelagið fær hendan prísin fyri framleiðsluna, ið verður latin inn á elnetið hjá SEV.

Boðið frá EWT var 34 oyru/kWt.

Eitt av endamálunum við elveitingarlógini er at tryggja, at elveitingin í Føroyum verður løgd til rættis við fyriliti fyri veitingartrygd, samfelagsbúskapi og umhvørvi, eins og at tryggja, at streymprísurin ikki verður hægri enn neyðugt.

Somuleiðis skulu atlit takast til, at møguleiki skal verða fyri fleiri elframleiðarum, fyrst og fremst á vindorkuøkinum.

Umhvørvisstovan hevur við hesum útboðnum tryggjað møguleikan hjá øðrum framleiðarum at bjóða seg fram, samstundis sum fyrilit eru tikin fyri m.a. prísi og veitingartrygd.

Við hesi avgerð verða møguleikar at flyta Suðuroynna munandi longur fram á leið, tá ið ræður um at framleiða “grøna” og lutfalsliga bíliga elorku.

Útbygging av vindorku innan eløkið skal framhaldandi mennast, og sum kunnugt er útboð lýst á Eiði og eisini er umsókn móttikin um loyvi til elframleiðslu í Hoyvíkshaganum. Hetta loyvið verður boðið út í hesum døgum.