4. desember 2018

Viðmerkingar til góðkenning av elprísunum fyri 2019

Niðanfyri verður í stuttum greitt frá nøkrum av grundgevingunum fyri at góðkenna hækkanina av elprísunum í 2019 við 10 oyrum /kWt (12,50 oyrum/kWt við MVG).

Kelda: Umhvørvisstovan

Tvær høvuðsorsøkir eru til góðkenningina av hækkingini:

  • Oljuútreiðslurnar hjá SEV væntast at verða 65 mió kr. hægri í 2019 enn tær vóru í 2016 (tá ið oljuprísurin var uppá sítt lægsta), sí talvu niðanfyri.
  • Vindmyllulundirnar eru seinkaðar, og ger hetta at ágóðin av spardum oljuútreiðslum kemur seinni enn áður mett.

Fílan inniheldur talvur og tí er hon goymd sum pdf-fíla

Heinta greiningina sum pdf-fílu her