15. mars 2021

Vit vildu ikki vera bundin at oljuprísinum

Ólavur Frederiksen og konan vóru millum tey fyrstu í Føroyum, sum fingu sær hitapumpu at hita húsini við. Tey vildu hava eina javna útreiðslu til upphiting av húsunum. 15 ár seinni koyrir hitapumpan við sama lag.

Greinarøð, har tosað verður við brúkarar og veitarar um grønar orkuskipanir.

Á Mýrisnípuvegnum í Havn búgva hjúnini Ólavur Frederiksen og Berghild Jacobsen í einum norskum bjálkahúsum, sum vóru bygd í 1976. Men norsku bjálkahúsini síggjast ikki longur, tí sum húsini standa í dag eru tey eini modernaði, nýumvæld og væl isoleraði føroysk hús.

Inni er heitt og fjálgt og ljósið fellur væl inn gjøgnum stóru vindeyguni í samanbygda køkinum og stovuni.

Men í 2004 tá Ólavur og Berghild keyptu húsini vóru tey einki serliga væl isoleraði, tað trekti illa nógva staðni í húsunum og húsini vóru upphitaði við olju. Og tað var her, at tey bæði settu gongd á eina langa tilgongd, sum endar við umbygdu og orkusparandi húsunum, sum vit síggja í dag.

- Um tað mundið vit keyptu húsini var nógv tos um, at oljuprísurin fór at fara uppá 200 dolllarar tunnuna og kanska enn longur upp, greiður Ólavur Frederiksen frá.

Hann sigur, at tað var skjótt, at tey funnu út av, at tey vildu ikki vera bundin at oljuprísinum, soleiðis at tey ikki vistu, hvussu stór oljurokningin fór at vera hvønn mánaða.

- Tað var tað, sum fekk okkum at hugsa um at skifta til eina hitapumpu.

 

Stórur ivi um hitapumpur tá

Felagið HITI var nýliga byrjað í 2006 og var einasti veitarin,  sum seldi hitapumpur á føroyska marknaðinum um tað mundið. Ólavur Frederiksen er elektrikari og kennur tískil væl til el og elektriskar installatiónir, og tá hann var inni á gólvinum hjá HITA var hann seldur.

- Tað gav góða meining fyri meg. Eg hoppaði uppá tað beinanvegin, sigur Ólavur Frederiksen.  

Men fyri ein ordans skuld, so avgjørdi Ólavur Frederiksen at fara at tosa við aðrar aktørar á føroyska marknaðinum til upphiting av húsum. Men teir ráddu honum allir frá hitapumpu.

- Eg svaraði teimum aftur, at eg trúði uppá at hetta fór at rigga, greiður Ólavur Frederiksen frá við einum smíli.

Ketilin í húsunum var nýggjur, men Ólavur Frederiksen og konan ivaðust nú ikki í at skifta. Han gjørdi eina avtalu við HITA, sum síðani komu og tóku ketilin niður og settu eina hitapumpu upp í staðin.

Ólavur og Berghild vóru hesi fyrstu árini ofta brúkt sum eitt dømi uppá at hitapumpur rigga fínt í Føroyum av HITA, so tað komu nógv fólk á gátt at síggja skipanina. Ólavur hevur hug at smílast, tá hann hugsar aftur uppá spurningarnar tá.

- Jamen, her er heitt inni. Hvussu ber tað til, spurdu tey, sigur hann.

 

Nýggj vindeygu og betri bjálving

Sjálv hitapumpuskipanin riggaði júst, sum hon skuldi frá fyrsta degi. Men Ólavur og Berghild løgdu til merkis, at kaldar dagar við nógvum vindi, kundi tað gerast eitt lítið sindur kalt inni.

- Tað var kanska eina grad for kalt og vit vildu gjarna hava eitt sindur meira av orku, greiður Ólavur Frederiksen frá.

Hann dregur eitt sindur uppá, hvat hann skuldi havt gjørt fyrst. Hann heldur, at hann átti kanska at bjálvað og skift vindeygu fyrst, men samstundis, so greiður hann frá, at tað bar ikki til hjá teimum at gera eina so stóra umvæling tá.

Hitapumpan minkaði munandi um kostnaðin til upphiting beinanvegin og árini 2007 og 2008 var sparingin stór, tá oljuprísurin hækkaði munandi. Men tey fingu fyrst og fremst tað úrslitið tey vildu hava. Tey fingu eina javna útreiðslu til upphiting.

Ólavur Frederiksen greiður frá, at tey fyrstu árini mistu húsini so nógva orku av trekki og lítlari bjálving, at hitapumpan koyrdi at kalla allatíðina. So orkusparingin var ikki so stór, sum hon kanska kundi verið.

Síðani, at tey bæði umvældu húsini bæði innan og uttan, við betri bjálving, nýggjum vindeygum og gólvhita um øll húsini, er samlaða útreiðslan til el um árið komin niður á 20.000 krónur um árið. Og tað sum Ólavur Frederiksen síðani hevur funnið útav er, at tað er ikki hitapumpan, sum er stóri orkuslúkurin.

- Tað eru onnur ting so sum teldur, vaskimaskina og turkitrumla, sigur Ólavur Frederiksen.

 

Luft til vatn er perfekt í Føroyum

Áki Mortensen, stjóri á HITA vísir á, at føroyska veðurlagið er perfekt til luft til vatn hitapumpur. Lýggju vetrarnir gera, at sambandið millum íløgu og úrtøku er best við luft til vatn hitapumpum.

- Vit hava tosað við svensku veitararnar og teir mæla okkum beinleiðis til at leggja dent á luft til vatn hitapumpur, tí her er so lýtt í Føroyum. Føroyska veðurlagið er perfekt til luft til vatn hitapumpur, sigur Áki Mortensen.

Hitapumpan hjá Ólavi og Berghild er gjørd út rustfríum stáli, og tað vísir Áki Mortensen á hevur sera stóran týdning.

- Tað var eitt krav frá okkum, tá vit byrjaðu at selja hitapumpur í Føroyum. Vit vistu, at alt rustar í Føroyum og tí selja vit bara rustfríar hitapumpur, sigur Áki Mortensen.

Ólavur Frederiksen og konan eru fyri HITA prógvið uppá, at luft til vatn hitapumpur rigga og halda í Føroyum. Og Ólavur Frederiksen gevur Áka Mortensen rætt.

- Hon heldur til tað føroyska veðurlagið. Vit hava havt okkara í 15 ár nú og hon er sum nýggj. Hon koyrir bara, sigur hann.

Áki Mortensen vísir á, at øll hesi árini HITI hevur selt hitapumpur til føroyska marknaðin er ongin av teirra hitapumpum, sum er tærd burtur.  

- Vit hava onga hitapumpu, sum er farin av rusti. Tær halda sera væl. Vit hava skift onkrar eykalutir, men rusturin hevur ikki verið eitt problem, sigur Áki Mortensen.

 

Torført at vinna prísmunin innaftur

HITI selir eisini jarðhitaskipanir, tí tað eru summir kundar, sum vilja hava jarðhitaskipan.

- Sum oftast er tað tí, tey ikki vilja hava ein útipart í skipanini, sigur Áki Mortensen.

Áki Mortensen heldur, at tað er ov long tíð at spara jarðhita inn aftur, sum olju prísurin er í dag. Og hann vísur á, at tað er ein stórur kostnaður at gjalda fyri ikki at sleppa undan útipartinum í eini hitapumpuskipan.

- Prísmunurin millum loysnirnar báðar liggur um 80.000 krónur og teir pengarnar veittrar kundin farvæl til, tá hann keypur sær eina jarðhitaloysn, um man hugsar um sjálva sparingina í orkuútreiðslum, sigur Áki Mortensen. 

Áki Mortensen vísur á, at fyrimunurin við jarðhita er, at hitin í holinum er støðugt umleið 8-9 stig, meðan hann sveiggjar meira við eini luft til vatn skipan. Men fyrimunurin við luft til vatn skipanini er so afturímóti, at hon fær meira burturúr um summarið, tá hitin í luftini kanska er 13-15 stig.

- Samanumtikið er munurin millum, hvussu nógva orku tú fær burturúr ein jarðhitaskipan og eini luft til vatn skipan, so lítil at tað loysir seg ikki at keypa jarðhitaskipan, sigur Áki Mortensen.

 

Tey gingu undan

Ólavur Frederiksen og konan eru millum pionerarnar innan upphiting við hitapumpu í Føroyum. Tey vóru millum teirra, sum koma fyrst inn á grønu bylgjuna, og tey hava hesi seinastu 15 árini svara 1000-tals spurningum um hitapumpur. Og tey hava ikki fingið mvg'ið endurgoldið.

Áki Mortensen vísir á, at tað er galdandi fyri nógvar av teirra kundum. Tey tóku kjansin, uttan stuðul og uttan bíligari streym.

- Og tað loysti seg hjá teimum, sigur Áki Mortensen.