24. januar 2021

Vit hava spart 900 krónur um mánaðin í 8 ár

Jens Kristian Rasmussen og familjan skiftu til jarðhita, tá oljuprísurin var høgur í 2012. Men hóast svingandi oljuprísir, so hava tey spart umleið 900 krónur hvønn mánað.

Fyrsta greinin í einari røð, har tosað verður við brúkarar og veitarar um grønar orkuskipanir.

Húsini hjá Jens Kristian Rasmussen og familjuni eru ein stór, men vanlig føroysk hús. Stóran køk og stóra stovu í miðhæddini og nógv kømur og garagu í veghædd. Húsini verða hitaði við radiatorum í øllum rúmum uttan vátrúmunum, har hiti er í gólvinum.

 Húsini eru bygd í 2004 og eru sum onnur hús frá tíðarskeiðnum, hampuliga væl bjálvaði. Men kanska ikki líka væl sum nýggj hús í dag.

Jarðhitaskipanin kostaði 150.000 krónur í 2012. Og tá var eingin afturbering av mvg, tá tú skifti til jarðhita. Men tey hava fingið sær serstakan mátara til jarðhitaskipanina fyri at fáa bíligari elprís frá SEV. Tað kostaði umleið 3000,- krónur at fáa serstakan mátara, greiður Jens Kristian Rasmussen frá.

Leyp bara út í tað

Orsøkin til at Jens Kristian Rasmussen fór at hugsa um at skifta til jarðhita var, at tveir grannar  høvdu fingið trupulleikar av oljutangum, sum fóru at leka. Hann kannaði fyrst ymsu møguleikarnar, men tað var skjótt at tað var honum greitt, at hann vildi ikki hava eina luft-til-vatn skipan, við flytandi lutum uttanfyri húsini.

 - So eg tosaði við Atla Nattestad á Demich. Hann hevði nýliga fingið sær jarðhita sjálvur og kundi greiða mær nærri frá hvat og hvussu við skipanini. Atli kom framvið hjá okkum og hugdi at húsunum, og tað einasta hann var eitt sindur ivasamur um var stovan, greiður Jens Kristian Rasmussen frá.

Orsøkin til at Atli Nattestad var ivasamur um stovuna var, at hon er stór og har vóru bara tveir lutfalsliga smáir radiatorar. Men teir blivu skjótt samdir um, at tað  fór helst at ganga. Í ringasta føri, so kundi Jens Kristian Rasmussen leggja gólvhita uppundir gólvið, tí garagan er undir stovuni.

- So eg leyp bara út í tað, sigur Jens Kristian Rasmussen.

Fyri Jens Kristian og tey hevur talan verið um eina góða íløgu. Húsini hava verið heit øll árini, heita vatnið ríkiligt og jarðhitaskipanin lagar seg til nærum allar broytingar í veðrinum.

 - Eg skrúvi eitt sindur upp fyri skipanini um veturin og niður aftur um summarið. Tað er tað, sigur Jans Kristian Rasmussen.

Og tað var ikki neyðugt at leggja gólvhita uppundir stovuna.

Vit veita eina heildarveiting

Á Demich leggja tey seg eftir at veita eina heidarveiting, tá tað kemur til jarðhita og aðrar hitapumpurloysnir. Serfrøðingurin innan økið hjá Demið er Atli Nattestad og hann hevur verið við frá byrjan, tá tað snýr seg um hitapumpuloysnir í Føroyum.

- Vit bjóða øllum okkara kundum okkara hitapumputænastu. Tað er ein trygd fyri at skipanin altíð riggar optimalt, at hon altíð riggar - eisini jólaaftan, og at skipanin verður hildin við líka og eftirhugd, greiðir Atli Nattestad frá.

- Og so seta vit nýggju skipanina upp og taka ketilin niður.

Tað hevur týdning fyri Atla Nattestad at kundin kennir seg tryggjan. Tí fer hann altíð á vitjan, hann setur seg inn í orkunýtsluna í húsinum og kannar hvussu hitaskipanin er sett saman. Er nakað, sum skal broytast, so sigur hann tað við tann møguliga kundan.

Síðani kemur ein royndartíð, har kundin verður biðin um at skrúva niður fyri hitanum í oljufýrinum, fyri at kanna hvussu upphitingin í húsinum er, tá temperatururin í rørunum er lægri. Tí tað er munur á eini hitapumpu og einum oljufýri.

- Vit tosa við kundan um at tað er munur á hitaskipanunum. Ein oljufýrur er ein hátemperaturskipan, meðan ein hitapumpa er ein lágtemperaturskipan. Tann mest eyðkendi munurin er, at tú fær ikki tann stráluhitan við eini hitapumpuskipan, sum ein oljufýrur kann geva. Eitt nú tá tað er kalt uttanfyri, greiðir Atli Nattestad frá.

 

Skipanin skal setast rætt upp - so sparir tú pengar

Atli Nattestad greiður frá, at spurningurin um, hvussu væl íløgan í jarðhita ella luft til vatn lønar seg, er tengd at av oljuprísinum og elprísinum. Men er hitaskipanin rætt dimensionerað til húsini, so spara teir allarflestu kundarnir í útreiðslum til upphiting.

- Sparingin hevur hjá nógvum húsarhaldum hevur verið upp í 50%, men lági oljuprísurin hevur við sær, at sparingin er ikki fult so stór í løtuni, vísir Atli Nattestad á.

Men tað sum hevur størstan týdning fyri Atla Nattestad er, at ein íløga í eina jarðhita skipan er ein íløga í títt egna hús. Tú framtíðartryggjar húsini og við tí, økir tú eisini um virðið á ognini.

- Og so er tað eisini stuttligari og meiri gevandi at vita, at tú flytir føroyska samfelagið eitt lítið fet nærri einari grønari framtíð.

 

Skiftandi sparing 

Tá Jens Kristian Rasmussen fekk sær jarðhita spardi hann meira enn 1400 krónur hvønn mánaða. Samanborið við tá húsið varð hitað við olju, spardu tey meira enn helvtina av útreiðslunum. Íløgan spardi seg innaftur uppá 8-9 ár í 2012.

Men aftaná eina tíð, fór oljuprísurin langt niður og við tí, minkaði sparingin eisini munandi. Tíðin at spara íløguna innaftur fór upp í 13-14 ár. Men hóast sparingin er minkað samsvarandi við fallandi oljuprísinum, so er Jens Kristian Rasmussen fegin um avgerðina at fáa sær jarðhita.

- Vit roknaðu út í 2018 at vit hava í miðal spart 900 krónur hvønn mánaða. Og tað er ikki so galið, sigur Jens Kristian Rasmussen.