16. oktober 2018

Trúgva ikki upp á grønar Føroyar í 2030

Spurnarkanning hjá Spyr.fo vísir, at hóast flestu føroyingar hava hoyrt um ætlanina, at Føroyar skulu hava 100% grøna orku í 2030, roknað bert 17% við, at vit røkka málinum.

Kelda: in.fo

Tann 10. oktober 2018 gjørdi Spyr.fo eina kanning fyri at lodda dýpið millum føroyingar um menningina av varandi orkuskipanum í Føroyum.

Í august almannakunngjørdu SEV og Umhvørvisstovan úrslit av kanning av orkutørvinum komandi árini og møguleikum fyri at útbyggja varandi orkuloysnir til at stuðla undir grønu umleggingini. Spurnarkanningin vísir, at 76% av teim spurdu hava hoyrt um ætlan landsstýrissins um, at Føroyar skulu hava alla sína orkuveiting frá varandi orkukeldum. Men bert 17% roknað við, at vit røkka málinum um einar heilt grønar Føroyar í 2030.

Sambært spyr.fo er óvissan í kanningini er millum 1,2 og 4,4 prosentstig. 
Tey hava spurt 400 fólk 18 ár og eldri svaraðu kanningini, ið varð gjørd av Spyr.fo hósdagin 10. oktober kl. 19:11 - 20:58. Spyr.fo hevur umleið 5000 fólk í svarpanelinum, og tey spurdu verða tilvildarliga vald út, so býtið samsvarar við fólkið í mun til kyn, aldur og geografi.