8. mai 2017

Tað kann verða ein dýra søga at fáa sær hitapumpu

Sera óheppið fyri tey sum verða rakt. Tað siga tey í oljufelagnum, Magn, nú Løgtingið viðger eitt uppskot um at tey, sum keypa sær hitapumpu, skulu sleppa undan at rinda mvg av íløguni.

Kelda: in.fo

Tey á Magn staðfesta, at tað er nevniliga ikki bara sum at siga tað at fáa sær hitapumpu, tí tey vísa á, at tað finnast dugnaligir veitarar, men tað finnast eisini ódugnaligir veitarar.

Og tey stúra fyri, at eisini teir veitararnir, sum ikki er kønir í hitapumpum, fara at fáa sín part av marknaðinum.

Avleiðingarnar verða sera óhepnar fyri tær familjur, tað fer at raka, tí tey seta nógvan pening í eina skipan, ið ikki riggar, sum hon skal.

Eini 10 prosent av viðskiftafólkunum hjá Magn, sum fara frá oljufýring til hitapumpur, skifta yvir aftur til olju, og talið er veksandi, siga tey á Magn.

– Hetta kann vera tí at hitapumpan er sett upp í húsum, har rør, radiatorar og hitaskipanin annars, ikki eru gjørd til hitapumpur. Men tað kann eisini vera tí at hitapumpan heilt einfalt riggar ov illa.

Les alla greinina her