1. desember 2017

Skipaferðslan er við á grønu bylgjuni

Komandi árini verður eitt boom fyri elrikin skip, frá ferjum til ferðamannaskip. Hetta fer at hava við sær, at CO2 útlátið minkar og tey ferðandi fara at fáa eina betri uppliving.

Kelda: danskenergi.dk

Grøna orkuskiftið í orkuvinnuni koyrir við fullari ferð og nú er skipaferðslan av álvara við á bylgjuni. HH Ferries Group, ið siglur alt samdøgrið millum Helsingør og Helsingborg, hevur umbygt ’Tycho Brahe’ til verdens størstu elferju, og nýggjar hybridferjur røkja longu leiðirnar millum Gedser-Rostock og millum  Venø og fastlandið.

Les alla greinina her