28. mars 2019

Prísskipanin á almennu løðistøðunum hjá SEV er útsett til 1. mai

Skipanin við kostnaði á almennu løðistøðunum hjá SEV, sum skuldi koma í gildi 1. apríl, er útsett.

Kelda: sev.fo

Orsøkin er lutvíst, at sjálvur prísbygnaðurin verður endurskoðaður, og lutvíst at neyðugt er at finna loysnir til eitt nú eigarafeløg o.l., har torført kann vera at seta upp heimaløðistøðir hjá hvørjum einstøkum elbilaeigara.

Gildiskoman fyri skipanina við bíligari elprísum fyri hitapumpur og heimaløðing av elbilum hjá teimum, sum hava serstakan málara til tess, er ikki broytt.  Hon kemur í gildi 1. apríl 2019.

http://www.sev.fo/Default.aspx?ID=8&Action=1&NewsId=3033&PID=6