7. november 2022

Orka í Norðurlondum

'Norðurlendskar loysnir til altjóða avbjóðingar'

Kelda: sev.fo

Tað er slagorðið í áhugaverdari filmsrøð, sum Nordic Energy Research undir Norðurlandaráðnum hevur latið gera um arbeiðið í Norðurlondum at loysa avbjóðingina við burðardyggum orkuloysnum. Ymiskt er, hvørjum orkukeldum verður arbeitt við í teim ymsu londunum.

Tað finst ikki bara ein røtt loysn, verður m.a. sagt.

Hetta er 6 av 8 filmum. Terji Nielsen, menningarleiðari og Helma Maria Tróndheim, orkuverkfrøðingur umboða SEV í filminum, meðan Kári Mortensen, deildarleiðari á Orku greiðir frá vegna Umhvørvisstovuna.

Filmurin er 10 minuttir til longdar og føroyski parturin byrjar uml. 3:40