17. mars 2017

Leirvík - pilotverkætlan um varandi orku

Norðurlendska verkætlanin, ið skal lýsa hvussu smá samfeløg kunnu fremja orkuskifti til 100% varandi orku, er nú komin væl áleiðis. Nýggja røðin av greiningum lýsir praktiskar leiðreglur á fleiri økjum um hvussu skift verður til varandi orku.

Norðanlond hava sett sær høg mál til tess at verkseta varandi orku. Smáu samfeløgini umboða spennandi møguleikar at gera royndir at fremja orkuskiftið, nógv skjótari enn um talan var um tætt bygd og fólkarík økir.

Verkætlanin: Renewable energy supply and storage: Guide for planners and developers in sparsely populated areas fer at hjálpa smáu samfeløgunum at møta avbjóðingunum við at verkseta grønar orkuloysnir. Verkætlanin er gjørd av Nordic Energy Research og ráðgevingarfyritøkuni COWI.

Frágreiðingarnar eru á enskum og kunnu lesast her