2. oktober 2023

Landið sparir 40% av oljunýtsluni burtur

Meginparturin av bygningunum, sum landið eigur, verða hitaðir við brenniolju. Tað merkir, at tað almenna er millum størstu brenniolju-brúkarar á landi.

Fisk.fo

Eitt av høvuðsmálunum hjá samgonguni er at fremja grøna orkuskiftið, og á fíggjarlógini fyri 2023 eru 5 mió. kr. játtaðar til grønar orkuloysnir í bygningunum hjá landinum.

Játtanin verður komandi ár hækkað upp í 7,5 mió. kr., og hóast upphæddirnar ikki eru ovurstórar, so gera tær veruliga mun, sigur Dennis Holm, landsstýrismaður. Landsverk hevur uppgávuna at fremja orkuskiftið í bygningunum hjá landinum.

Komandi ár er ætlanin, at Landssjúkrahúsið, sum er ein av størstu oljubrúkarunum á landi, og flestu bygningar á Eirargarði, skulu leggja um til fjarhita. Landið sparir tá umleið 1 mió. litrar av olju um árið, og minkar føroyska CO2-útlátið við umleið 2.650 tonsum.

Í ár eru orkuloysnir í 10 av landsins bygningum verksettar ella undir fyrireiking. Væntandi verða tær klárar at nýta í 2023 og 2024. Hesar eru millum annað fjarhiti til skúlan á Trøðni, Setrið á Frælsinum og aðrar bygningar á Frælsinum, umframt hitapumpuskipan til fýra stovnar hjá Almannaverkinum í Eysturoynni og jarðhitaskipan til Sanatoriibygningin í Hoydølum. Henda umlegging svarar til umleið 250.000 litrar av olju árliga, og minkar hetta um CO2 -útlátið frá brenniolju við 660 tonsum um árið.

Ætlaðu orkuumleggingarnar í ár og komandi ár svara til umleið 40% av samlaðu oljunýtsluni hjá almennu bygningunum hjá landinum.