10. apríl 2017

Kappingareftirlitið viðmerkir umrøðu av fjarhitafrágreiðingini

Síðani frágreiðingin um fjarhita í Tórshavn varð almannakunngjørd tann 30. mars í ár, hava umboð fyri Fjarhitafelagið havt viðmerkingar til nakrar av niðurstøðunum hjá Kappingareftirlitinum.

Kelda: portal.fo

Víst hevur millum annað verið á, at tilfarið í frágreiðingini er frá 2014, og at støðumyndin tískil hevði verið ein onnur, um útgangsstøði varð tikið í prísinum fyri 2016.

Tað, ið umboðini fyri Fjarhitafelagið helst sipa til er tann samanbering av hitaloysnum, ið er at finna á blaðsíðu 17 í frágreiðingini. Í hesi samanbering verður komið fram til, at fjarhiti er dýrasta hitaloysn á marknaðinum.

Les alla greinina her