3. mai 2017

Hitapumpur til Føroya fólk

Tað var stúgvandi fult á Umhvørvisstovuni, tá hol varð sett á kunningarfundin um hitapumpur.

Petur Nielsen, stjóri á Umhvørvisstovuni beyð vælkomin til øll tey mongu, ið vóru komin á gátt at fregnast. Bjarti Thomsen frá Orkudeildini, greiddi frá um SECURE granskingarverkætlanina, har lond skifta um vitan á orkuøkinum. Síðan kunnaði Kári Mortensen stutt um royndir við hitapumpum í 10 ár, áðrenn umboð frá Maria Poulsen Pf. fekk orðið. Næst vóru umboð fyri Svend Krosstein Pf. og Demich Pf.

Hesir tríggir veitarar at jørðhitaskipanum leiddu fundarfólkið gjøgnum royndir og skipanir og samanumtikið fóru fólk avstað aftur eftir fundin, eitt sindur klókari. Hetta var fyri felags fundur av hesum slag og eftir uppmøtingini at døma, er sera stórur áhugi fyri alternativur orkuloysnum.