13. mars 2023

Her kanst tú heinta nýggja CO2-roknaran

Nú kunnu fyritøkur og stovnar rokna egið útlát av vakstrarhúsgassi. Tá tøl fyri nýtslu av olju, el og øðrum, sum elvir til útlát av vakstrarhúsgassi, eru sett inn í CO2-roknaran, verður útlátið av vakstrarhúsgassi roknað.

Kelda: us.fo

Her ber til at taka CO2-roknaran niður: 

► 2022 (excel fíla) (beta-versión).

 2021 (excel fíla) (beta-versión).

Gevið gætur, at talan er um fyrstu útgávur av CO2-roknaranum (sokallað beta-versiónir), sum verður royndarkoyrdur nú. Fyritøkur, sum rokna sítt CO2 útlát við beta-versiónini, mugu taka fyrivarni fyri møguligum komandi rættingum.

Ein nýggj excel fíla verður gjørd fyri hvørt ár. Orsøkin er, at útlátið (kg CO2/kWh) frá elframleiðslu og fjarhita er ymisk frá ári til árs. Fílan fyri 2023 verður tøk í januar/februar 2024. 

Umhvørvisstovan eigur og dagførir CO2-roknaran meðan Burðardygt Vinnulív hevur fíggjað menningina av honum.

Allar útrokningar í CO2-roknaranum eru grundaðar á altjóða standardin ghgprotocol, sí www.ghgprotocol.org

CO2-roknarin er ókeypis og tøkur hjá øllum at brúka. 

Um tú hevur viðmerkinar ella spurningar um CO2-roknaran, kanst tú senda ein teldupost til  us@us.fo