11. mai 2021

Grøn orka og munandi betri arbeiðsumstøður í Landsfjósinum

Landsfjósið er vorðið heitari og arbeiðsumhvørvið munandi betri, eftir at Landsverk hevur sagt oljuni farvæl og sett upp jarðhitaskipan og stórar luft-til-luft hitapumpur, umframt at smærri átøk eru framd fyri at minka um orkunýtsluna.

Greinarøð, har tosað verður við brúkarar og veitarar um grønar orkuskipanir.

Allan Magnussen er leiðari á Maskinumsitingini hjá Landsverk í Kollafirði. Uttan fyri vindeygað hevur hann livandi pulsin á landsvegakervinum, og á telduni syrgir hann fyri at manning og maskinur altíð eru til reiðar at halda vegirnar í góðum standi. Og ikki minst opnar í vetrarhálvuni.

Í dag oysregnar. Allan Magnussen ristir uppá høvdið, tá hann verður spurdur um kavamaskinurnar eru settar til næsta vetur.

- Nei tú, vit slappa ongantíð av fyrrenn vit eru komin út í hálvan mai. Tað kemur næstan altíð ein kavaódn í mai, sum ger at vit mugu vera til reiðar. So enn eru vit á vakt, sigur hann smílandi.

 

Radiatorarnir altíð for frá

Allan Magnussen og Palli Petersen greiða frá um átøkini í Landsfjósinum. Trupulleikarnir vóru nógvir og nýtslan stór. Á skrivstovuni var altíð kalt, tá kalt var úti. Termostatarnir blivu stórt sæð ikki brúktir, har var bara skrúvað for frá, so heita vatnið hevði frítt at fara. Men tað var nærum altíð kalt inni, greiður Allan Magnussen frá.

Áðrenn Landsverk fór í holt við umlegging til jarðhita, vóru átøk gjørd fyri at minka um hitatørvin á skrivstovuni. Sokkulin varð bjálvaður og tett varð uppundir klædningin fyri at minka um trekk. Vindeygu stillaði og pakningar eftirhugdir fyri at tryggja, at tey vóru tøtt. Loftið oman á skrivstovuni, sum var illa bjálvað, fekk einar 30 cm av pappírsull.

Tá var løtan komin til at komin til at leggja um til jarðhita, tí nú kundi radiatorarnir halda bygningin heitan við passandi lágum hita. Í smiðjuni, í goymsluhølum, í garasju og sveisingahølum blivu luft-til-luft hitapumpur settar upp.

Palli Petersen er verkfrøðingur hjá Landsverki og arbeiðir við at leggja um til varandi orku í almennum bygningum.

- Altso, oljan er burturi og vit brúka minni orku enn áður, samstundis sum tað er munandi fjálgari innandura. Jarðhitaskipanin og hitapumpurnar geva okkum munandi meiri orku fyri væl minni kostnað, sigur Palli Petersen.

Hann vísir á, at tey brúka eisini minni orku í bygninginum, bæði tí tey hava bjálvað og tí bæði jarðhitin og hitapumpurnar eru munandi effektivari enn gamla skipanin við oljufýring. Úrslitið merkist inni í rúminum. Tað er heitt og fjálgt inni.

- Tað er altso hugaligari at arbeiða, tá hitin í rúminum er passaligur, heldur enn annaðhvørt ov heitt ella kalt, vísir Allan Magnussen á.

 

Meting av íløguni

Samlaða íløgan, sum Landsverk nú hevur gjørt i hitapumpuskipanir og jarðhita við installatiónum, liggur um 1,2 milliónir krónur, umframt 300.000 krónur til bjálvingartiltøk.

Áðrenn orkuskiftið í Landsfjósinum brúktu bygningarnir umleið 63.000 litar um árið. Enn er ov lítið fráliðið til neyvt at kunna siga, hvussu nógvan streym nýggju hitaskipanirnar koma at nýta, men tað er lítið at ivast í at samlað verður talan um eina munandi sparing í krónum.

Men Landsverk hevur mett um sparingina. Gamla oljufýrskipanin var rættiliga óeffektiv og tað merktiskt, tá ein kom inn í gamla fýrrúmið. Har var sum í eini sauna. Tískil er helst rímiligt at siga, at 75% av oljuni varð brúkt til upphiting og restin fór í skorstein og fýrrúm.

63.000 litrar av olju svarar til 472.000 kWt av orku, so tað er tað, sum hitapumpurnar skulu lata av orku, fyri at geva sama hitan. Um vit seta teirra nyttustig til 4, so merkir hetta, at 118.000 kWh av streymi skulu nýtast til upphiting. Tað gevur hesa kostnaðaruppgerðina við dagsins listaprísum:

 

 

Nøgd

Kostnaður

Árlig sparing v. MVG

Meirnýtsla av streymi

118.000 kWh

1,45 kr/kWh

-171.000 Kr

Sparing í olju

63.000 ltr

5,49 kr/ltr

346.000 Kr

Netto sparing

 

 

175.000 Kr

 

Umframt at vera ein góð íløga fyri umhvørvið, so er íløgan eisini sera lønandi. Palli Petersen fegnast um, at Landsverk við hesum átakinum hevur tikið eitt fet á leiðini móti varandi orku. Átakið er eisini gott fyri starvsfólkini, sum hava fingið eitt munandi betri arbeiðsumhvørvi, og Landsverk hevur fingið ein betri rakstur.

- Vit hava faktiskt eina win-win–win støðu fyri umhvørvið, starvsfólk og Landsverk, sigur Palli Petersen.

                                                                       

Hitapumpurnar geva góðan og skjótan hita

Hallirnar í Landsfjósinum eru nærum 1000 fermetrar til støddar og hava higartil verið upphitaðar við kaliferum, sum blástu heita luft inn í rúmið. Kaliferarnir vóru settir uppi undir loftinum og tóku inn kalda luft uttanifrá, sum skuldi hitast upp.

Hitapumpurnar, sum eru settar uppundir loftið, brúka heita luft uppi undir loftinum, sum krevur munandi minni orku at hita uppaftur. Men reaktiónstíðin er kanska størsti munurin inni í hallunum. Hitapumpurnar syrgja fyri, at rúmið er heitt aftur stutta løtu eftir, at hurðarnar eru farnar aftur. Tað tók longur tíð við kaliferunum. Tað stendur nógv á í Landsfjósinum, tá kavaruddingin er fyri. Maskinur koma og fara og stóru hurðarnar eru uppi í heilum.

Fleiri stórar hitapumpur standa inni í stóru smiðjuhøllini, meðan tað standa smærri hitapumpur í hinum rúmunum. Tær eru effektivar og hoyrast nærum ikki.

- Samanumtikið eru vit sera væl nøgd við hitaloysnina, sum vit hava fingið, sigur Allan Magnussen.

 

Drúgvar royndir við stórum bygningum

Tað er Demich, sum hevur sett saman hitaloysnina í Landsfjósinum. Júst tað at loysa samansettar orkutrupulleikar, har talan er um bæði skrivstovur, verkstaðshøli við stórum hurðum og stórar goymsluhallir, er ein uppgáva, ið krevur at fleiri ymsar upphitingarloysnir verða nýttar.

  • Tað kann í dag tykjast, sum um at Jarðhiti er loysnin uppá allar upphitingartrupulleikar. Men tað er so avgjørt ikki veruleikin í einum føri sum hesum, sigur Rói Kalsø, stjóri á Demich.

 

Demich hevur drúgvar royndir við stórum bygningum, har ein góð sambinding millum ymsar varandi orkuloysnir, er avgerandi fyri at projektið riggar best møguligt. Jarðhitaskipanin tryggjar upphiting í skrivstovuøkjunum, ríkiligt at av heitum brúksvatni til køk, baðiverilsi og brúsur, meðan ymisk sløg av luft til luft hitapumpum skapa góð og passaliga heit arbeiðs- og goymsluhøli.

  • Tað sum er avgerandi, er at loysnin verður sett saman til tann einstaka tørvin. Vit hava hjá Demich okkara egnu royndir við upphiting av goymslu og verkstaðið og júst tær royndirnar kunnu vit byggja uppá, greiður Atli D. Nattestad frá Demich frá.

Hjá Demich snýr tað seg um at brúka alla viftuna av loysnum, sum hjálpa til at loysa kundan frá oljuni. Stóru bygningarnir hava ein orku- og upphitingartørv, sum krevja vitan, royndir og eina fleksibla tilgongd til uppgávuna.

  • Vit uppliva at okkara royndir og úrslit við stóru bygningunum, koma nýggjum kundum til gagns, sigur Rói Kalsø at enda.