1. mars 2017

Fáa streym til 1000 hús úr mykju og slógvi

Kári Mortensen, leiðari á Orku á Umhvørvisstovuni, sigur, at eitt biogassverk verður ikki nakað gullnám, men tann umhvørvisligi vinningurin verður stórur

Kelda: in.fo

Nú er ætlanin at byggja eitt biogassverk liðugt í Føroyum.

Tað fortaldi Kári Mortensen leiðari á Orkudeildini á Umhvørvisstovuni, á landbúnaðarráðstevnuni í Klaksvík leygardagin.

Á Umhvørvisstovuni er ein deild, tey nevna Orka, og har arbeiða tey í løtuni við eini verkætlan um at gera eitt biogassverk í Føroyum.

Talan er um eitt verk, sum skal vinna orku burtur úr ymsum lívrunnum tilfari, neytamykju, kanska eisini seyðatøðum, umframt burtur úr slógvi frá laksavirkjum, sjálvdeyðum laksi, skarni frá smoltstøðum, og øðrum.

Les alla greinina her