28. februar 2017

Enn bíligari at keypa el- og vetnisbil

Í dag leggur landsstýriskvinnan og samgongan eitt uppskot fyri Løgtingið, sum fer at gera tað munandi bíligari at keypa el-og vetnisbilar.

Kelda: vp.fo

Uppskotið snýr seg um eina broyting í løgtingslógini um meirvirðisgjald (MVG). Verður uppskotið samtykt, fáa tey, sum keypa el- og vetnisbil, meirvirðisgjaldið afturgoldið (tó upp til 70.000 kr.). Hetta vil siga, at um tú keypir ein el- ella vetnisbil komandi tvey árini fyri til dømis 350.000 kr., fært tú 70.000 kr. aftur.

Uppskotið er ein liður í politikkinum hjá samgonguni at gera Føroyar grønari. Umframt møguligu lógarbroytingina, hava tey, sum velja el-og ventisbilar, hesar fyrimunir í dag:

  • El- og vetnisbilar eru heilt frítiknir frá skrásetingargjaldi.
  • El- og vetnisbilar eru eisini heilt frítiknir frá veg- og umhvørvisgjaldi.

Les alla greinina her