3. apríl 2020

Eisini gomul hús kunnu nýta jarðhita

Í hesum filminum, sum Orkuskiftið hevur latið framleitt, síggja vit, at jarðhiti er eisini vælegnaður til eldri hús. Vit takka Briani Sjúrðarsyni fyri at vit sluppu á gátt.

 

Áhugin fyri jarðhita veksur

Umleið ein tíggjundapartur av føroysku húsunum er nú hitaður við hitapumpu. Vit hava ikki neyv tøl fyri øll sløg av hitapumpum, men fyri jarðhita vita vit, at umleið 400 hús og bygningar hava jarðhita. Yvir 500 hol eru boraði, tí til størri bygningar er viðhvørt neyðugt við fleiri holum.  higartil í ár eru 60 umsóknir komnar inn um jarðhita. Hetta er ein týðiligur vøkstur í mun til í fjør og bendir á, at føroyingar hava tikið tankan um at gagnnýta okkara egna hita til sín. 

 

Eitt sindur av streymi ger nógvan hita

Hitar tú húsini við hitapumpu, krevur hetta streym. Men við eini lítlari nøgd av el-orku megnar pumpan at taka eina stóra nøgd av hita úr jørðini, sjónum ella luftini. Fyri hvørji 100 watt av el-orku, vit brúka til pumpuna, fáa vit 4-500 watt av hitaorku frá pumpuni. Jú grønari elorkan er, jú grønari er upphitingin av húsunum. Streymurin verður framleiddur við olju, vatnorku og vindmyllum – so tá nógv vind- og vatnorka verður framleidd, til dømis ein illveðursdag, og lítið av olju nýtt hjá SEV, eru hitapumpur næstan 100 prosent grønar.