6. september 2022

5000 bygningar í Havn skifta til burðardygga orku

Einir 5000 bygningar í Tórshavnar kommunu skulu næstu árini skifta hita frá steinolju til burðardygga hitaskipanir. Býráðið játtaði 1. septembur pening til at fara undir at gera eina hitaætlan.

Kelda: torshavn.fo

Bæði borgarar, vinna og tað almenna spyrja eftir heildarætlanum fyri at tryggja sær bestu og tryggastu íløguna. Tí hevur forkvinnan í Nátturu- og umhvørvisnevndini biðið umsitingina gera eina hitaætlan fyri kommununa.

Við tílíkari hitaætlan gongur kommunan á odda og fær eitt stýringsamboð við ítøkiligum og greiðum loysnum, so orkuskiftið kann fremjast skjótt, fíggjarliga skynsamt, samfelagsgagnligt og haldgott fyri einstaka húsarhaldið og fyri heildina.

Orkupolitikkurin hjá Tórshavnar kommunu fram til og við 2027 fevnir serliga um tiltøk, sum kommunan sjálv kann fremja; kommunalir bygningar verða knýttir í fjarhitanetið, sohvørt tað verður útbygt, og skift verður til orkusparandi ljós og el-rikin akfør, so hvørt tað er tøkniliga møguligt.

Fólk skulu komandi árini skifta oljufýr út til grøna orku, og kommunan skal kunna og vegleiða um bjálving og orkurættan útbúnað. Fyri at fleiri skulu hava møguleika at fáa jarðhita, skal tað vera møguligt, at tvey ella fleiri húski eru saman um jarðhitahol. Tórshavnar kommuna skal virka fyri, at eingir nýggir oljutangar verða settir upp í kommununi frá í ár at rokna.

Tekniska fyrisiting hevur heitt á SMJ um at gera útrokningar, lýsing og byrjanaruppskot til hitaætlan fyri Tórshavnar kommunu, grundað á skrásetingar hjá felagnum av verandi hitatørvi í Tórshavnar kommunu. Útrokningarnar vísa, at skiftið frá steinolju til grøna orku til upphiting í Tórshavnar kommunu krevur íløgur fyri millum 1 og 2 milliardir krónur, alt eftir í hvønn mun ymiskar orkutøknir verða nýttar.

Fjarhiti er sera álítandi, men eisini sera kostnaðarmikil og tekur tíð at útbyggja. Skal fjarhiti veitast øllum ella teimum flestu brúkarunum í kommununi, krevur tað íløgur á 2 milliardir. Hetta merkir, at um t.d. 100 miljónir krónur árliga vórðu nýttar til at útbyggja fjarhitanetið og at binda flest allar bygningar í hetta, hevði skiftið frá steinolju til fjarhita tikið 20 ár.

Hvørki borgarar ella vinna vita sum heild, um og nær tey møguliga fáa tilboð um at knýta í fjarhitanetið. Umframt hetta verður spurt, hvat ið er mest skynsamt, um tey ikki hava útlit til tilboð um fjarhita í bræði. Nógv hava tí fingið sær jarðhita, luft til vatn-skipan, ella hava bílagt hetta, eisini í støðum, har fjarhitanetið liggur nærhendis.

Onnur hava fingið sær oljufýr og oljutanga, sum kann vera vegna tørvandi kunnleika, óvissu, ella bíðitíð til at verða íbundin fjarhita, ella til at fáa jarðhitahol og hitavekslara. Vandi er tí fyri spilli av tilfeingi og fíggjarorku, umframt at grøna orkuskiftið verður seinkað.

Í tættbygdum øki er heldur ikki pláss fyri, ella í aðrar mátar møguligt, at hvørt hús ella hvør búeind fær egið borihol. Fáa tey tað, er vandi fyri, at hellan í dýpinum kring tættliggjandi boringar kølnar og kanska at enda frystir, sum kann minka um og at enda gera, at hiti ikki fæst úr boriholunum, og at íløgan tí er burturspilt.

Mest skynsamt hevði verið, um grannaløg í tættbygdum býlingum og í býlingum, sum liggja langt frá verandi og komandi fjarhitaleiðingum, fingu vegleiðing og skipaðu seg um best hóskandi felags hitaloysnir í økinum, grundaðar á varandi orkukeldur.

Skulu øll hava egið jarðhitahol, er el-netið eisini alt ov veikt og má útbyggjast munandi. Hetta ger seg serliga galdandi, um øll akfør við tíðini verða el-rikin og skulu løðast í nærumhvørvinum. Dømi er longu um øki í Havn, har ein ella fáir brúkarar av el til grønar orkuskipanir nýta alla orkuna, sum verandi el-net kann veita, og sum forðar fyri, at onnur í økinum kunnu skifta til grønar orkukeldur.

At styrkja el-netið og útbyggja fjarhitanetið til at røkka nærhendis bústaðarøkjum tekur tíð og er sera kostnaðarmikið. Tí er sera umráðandi, at kommunan er við til at skipa og kunna um útbyggingina og grøna orkuskiftið hjá borgarum og vinnu, so hesi verða best møguligt vegleidd.

Til ber at minka um nakrar av avbjóðingunum av grønum orkuloysnum, m.a. trýstið á el-netið, við at gera felags nærhitanet millum fleiri brúkarar. Hetta kann gerast á ymsan hátt og soleiðis, at sum mest av hita verður framleiddur, tá nóg mikið av streymi er tøkur. Kommunan kann um neyðugt seta krøv, eitt nú til orkuloysnir í nýggjum býlingum, nýggja bygging og í sambandi við serstakar byggisamtyktir.

Fyri at stuðla uppundir orkuskiftið hjá borgarum, stovnum og vinnu, er neyðugt við eini hitaætlan fyri Tórshavnar kommunu. Fyri at gera slíka ætlan er neyðugt at gera útrokningar og raðfesta, soleiðis at kommuna, borgarar og vinna í skiftinum frá steinolju til varandi orkukeldur kunnu taka skynsamar avgerðir út frá fyriliggjandi og komandi fortreytum.

Slík ætlan skal kunna um, hvørjar grønar hitaloysnir verða tøkar og/ella eru mest skynsamar í hvørji búseting og hvørjum býlingi. Eisini fer ætlanin at vísa veitarum innan økið, hvønn veg tað ber, og hvørja vitan, førleikar og orkuføri, ið tørvur verður á.

Umhvørvisdeildin hevur saman við SMJ gjørt eitt upplegg til, hvussu tað er møguligt at arbeiða víðari við málinum fyri at rokna út, lýsa og kunna um, hvørjar grønar orkuloysnir eru mest skynsamar í teimum ymsu búsetingunum og býlingunum.

Tekniski stjórin, leiðarin fyri Umhvørvisdeildina og leiðarin fyri Bygningsdeildina mæla til at farið verður undir at gera eina hitaætlan fyri Tórshavnar kommunu, og at játtaðar verða 1,5 miljónir til endamálið. Hetta varð samtykt av náttúru- og umhvørvisnevndini og fíggjarnevndini, og síðan einmælt samtykt av býráðnum 1. septembur.