18. januar 2017

Góðveður elvdi til afturgongd í grønu elorkuni

SEV framleiddi 50 prosent av elorkuni úr vatni og vindi í 2016. Góða veðrið í fjør hevði við sær eina afturgongd á 10 prosentstig sammett við grønu elframleiðsluna í 2015.

Góðveðrið í 2016 er dømi um ta avbjóðing, sum stendur fyri framman á grønu kósini hjá SEV, landsstýrinum og øllum samfelagnum. 

- Tað er júst avbjóðingin, hvussu vit goyma varandi orku til góðveðursdagar, sum nú verður viðgjørd nærri í langtíðarætlanini fyri grønu útbyggingarnar fram til 2030, tá vit ætlandi verða 100 prosent grøn, sigur Hákun Djurhuus, stjóri í SEV. 

50 prosent av allari elframleiðsluni stavaðu frá vatni og vindi í 2016, og oljuriknu verkini framleiddu sostatt hini 50 prosentini. 

Stjórin í SEV vísir samstundis á, at battarískipanin í Húsahaga gjørdi stóran mun seinna hálvár 2016, tí hon hevði við sær, at vindorkan var gagnnýtt nógv betur. 16,4 prosent av elorkuni stavaðu frá vindmyllunum í 2016, og tað er bert 1,4 prosentstig lægri sammett við 2015, tá ið vindorkuparturin var 17,8 prosent.

- Vit kunnu takka battarískipanini fyri góða úrslitið í vindorkuframleiðsluni í 2016, og tí skulu vit halda fram at byggja battarí og aðrar goymsluskipanir inn í elskipanina, samstundis sum vit við nýbrotum menna grønu elframleiðsluna í komandi árum við t.d sjóvarfalsorku og sólorku, sigur Hákun Djurhuus, stjóri.

Vatnorkan stóð fyri 33,5 prosentum av elframleiðsluni í 2016, og vatnorkuparturin minkaði sostatt tilsamans 8,8 prosentstig sammett við 2015, tá ið vatnorkuframleiðslan var 42,3 prosent av elframleiðsluni tilsamans.

- Afturgongdin í vatnorkuni skal skoðast út frá teirri sannroynd, at 2015 var eitt framúr gott vatnorkuár við nógvum avfalli, og at 2016 hinvegin var eitt óvanliga turt ár, staðfestir Anders Nedergaard-Hansen, deildarstjóri fyri framleiðsluni.

Yvir nøkur ár sveiggjar vatnorkuframleiðslan vanliga 10 prosentstig upp og niður. Tá hugt verður nærri eftir vatnorkutølunum í 2015 og 2016 sæst, at munurin millum hesi bæði árini er óvanliga stórur. Vatnorkuframleiðslan í 2015 var 14 prosent hægri enn eitt miðalár, og í 2016 var vatnorkan 9 prosent lægri enn eitt miðalár.

- Munurin verður ógvuliga sjónligur í tølunum, tá so stórur munur er á tveimum árum, sum liggja lið um lið í uppgerðini, vísir Anders Nedergaard-Hansen, deildarstjóri, á.

Framleiðslan á oljuriknu verkunum hækkaði 26,6 prosent í 2016 sammett við 2015, tá ið oljuframleiðslan lækkaði góð 16 prosent annað árið á rað. Vøksturin í oljuframleiðsluni svaraði til 6.600 tons í meirnýtslu av tungolju á Sundssverkinum í fjør.

Elframleiðslan var tann hægsta nakrantíð í 2016. SEV framleiddi 317,4 GWt í 2016, og tað er 0,94 prosent meira enn í 2015, tá ið elframleiðslan tilsamans var 314,4 GWt.