21. apríl 2017

2016 royndist væl hjá SEV

SEV styrkti grundarlagið undir grønu kósini í 2016, ið sum heild eydnaðist væl hjá elfelagnum. Avlopið eftir skatt var 92,8 milliónir krónur í fjør, sum er neyðugt fyri at fíggja komandi útbyggingarnar í elskipanini.

Kelda: SEV

2016 royndist sum heild væl hjá SEV, sum seinasta árið m.a. hevur lagt orku í at styrkja búskaparliga og fakliga grundarlagið undir grønu kósini. Samstundis hevur SEV áhaldandi í huga sonevndu veitingartrygdina, ið áleggur elfelagnum altíð at tryggja føroyska samfelagnum elorku. - Nýggja nevndin er saman við dagligu leiðsluni, mongu góðu starvsfólkunum og hollu serfrøðini í SEV til reiðar at taka við stóru avbjóðingunum, sum liggja fyri framman. Bæði elfelagið sjálvt og grønu ætlanirnar byggja á eina trygga grund, staðfestir John Zachariassen, nevndarformaður í SEV. Samanumtikið eru og verða framhaldandi nógvar ymiskar fyrireikingar og kanningar gjørdar, ið leggja lunnarnar undir ítøkiligu heildarætlanina fyri grønu kósina. Talan er um eina ætlan, sum kann tillagast, um tøkniligar og búskaparligar broytingar óvæntað stinga seg upp á vegnum fram ímóti endaliga málinum at gera Føroyar 100 prosent grønar á landi í 2030.

Grønar útbyggingar Fyrireikandi arbeiðið seinasta árið hevur havt við sær, at SEV - eftir tætt samskifti við orkumyndugleikan, ORKA – hevur mælt til tvey týðandi stig aftrat á grønu kósini. SEV hevur skotið upp at seta 12 vindmyllur upp í Suðuroynni saman við einari pumpuskipan og einari battarískipan. Elfelagið hevur eisini mælt til at byggja eina vindmyllulund aftrat við battarískipan í høvuðsstaðarøkinum. Um alt gongst eftir ætlan, kunnu hesar báðar verkætlanir fara í gongd í 2018. Hesi bæði næstu byggistigini skulu fáa grøna elorkupartin upp á 70 prosent av árligu elframleiðsluni tilsamans. Elorkan í Suðuroynni, sum er leys av elskipanini í meginøkinum, verður tilsamans 75 prosent grøn.

Elframleiðslan Góðveðrið í 2016 elvdi til afturgongd í grønu elorkuni sammett við 2015. SEV framleiddi 50 prosent av elorkuni úr vatni og vindi í fjør, og tað er 10 prosentstig minni enn árið fyri, tá 60 prosent av elframleiðsluni stavaðu frá varandi orkukeldum. - Avbjóðingin er at goyma varandi orku til góðveðursdagar, og tað er m.a. hesa stóru avbjóðing, sum vit viðgera nærri í langtíðarætlanini fyri grønu útbyggingarnar fram til 2030, sigur Hákun Djurhuus, stjóri í SEV. Stjórin vísir í hesum viðfangi á, at battarískipanin í Húsahaga roynist væl, tí hon hevði við sær, at vindorkan var gagnnýtt nógv betur seinna hálvár 2016, tá battarískipanin var tikin í nýtslu. Elframleiðslan var tann hægsta nakrantíð í fjør. SEV framleiddi 317,4 GWt í 2016, og tað er 0,94 prosent meira enn í 2015, tá ið elframleiðslan tilsamans var 314,4 GWt.

Samstarv og vitanardeiling Í virðisgrundarlagnum hjá SEV – Samstarv, Eldhugi og Virðing – liggur ein samskiftisvinarligur hugburður. SEV vil áhaldandi við opnum og trúverdugum samskifti við allar partar í samfelagnum skapa gjøgnumskygni og álit bæði á grønu kósini og í øllum virksemi felagsins. Munagott samskifti er ein týðandi partur av grundarlagnum undir øllum samstarvi. SEV vil eisini á ein lættan og hugtakandi hátt stuðla upp undir vitanardeiling innan grøna orku, tí nýbrot og nýhugsan eru ein alneyðugur hugburður at hava, um málið um 100 prosent grøna orku á landi í Føroyum í 2030 skal røkkast. Altjóða ráðstevnan 100by2030, sum SEV skipaði fyri í Norðurlandahúsinum síðst í september 2016, var dømi um vitanardeiling á høgum støði. Ráðstevnan var hildin í sambandi við, at SEV fylti 70 ár 1. oktober 2016. Eini 300-400 fólk savnaðust í Norðurlandahúsinum, har ljós var varpað á grøna elorku, nýbrot á elorkuøkinum, visiónir og veðurlagsbroytingar. Høvuðsrøðari var altjóða viðurkendi framtíðargranskarin, Tony Seba, frá Stanford University í California, sum t.d. metir, at tøkniligi framburðurin næstu árini verður so stórur, at olja ikki verður brúkt sum brennievni til flutning á landi longu í 2030. Jesper Theilgaard, veðurvertur og veðurlagsserfrøðingur á DR, hevði virtuellan fyrilestur um veðurlagsbroytingar, har hann brúkti tøkniligu møguleikarnar í Norðurlandahúsinum við video og ljóði at viðgera bæði veðurlagsbroytingar í heimshøpi og við atliti at Føroyum og øðrum oyggjabólkum.

Búskapur og fígging SEV hevði 92,8 milliónir krónur í avlopi eftir skatt í 2016, sum er eitt neyðugt úrslit fyri at fíggja komandi útbyggingarnar í elskipanini. SEV fekk í 2016 til vega langtíðarfígging til eina altjóða kappingarføra rentu. Fíggingarleisturin var fingin í lag í samstarvi við føroyskar og altjóða fíggingarstovnar. SEV fekk við avtaluni 1.042 milliónir krónur í fígging á amerikanska lánsmarknaðinum, umframt at 626 milliónir krónur vóru fingnar í bankafígging í Føroyum og frá einum norðurlendskum fíggjarveitara. Tilsamans 1.668 milliónir krónur í fígging til eina altjóða kappingarføra rentu. SEV hevur styrkt munandi um støðuna hjá sær á fíggjarmarknaðinum, tí elfelagið hevur við hesum leistinum fingið atgongd til fleiri fíggjarveitarar um allan heim.