Sólorka

 

Sólorka er skjótast vaksandi varandi orkukelda við avmarkaðum útláti.

Tað eru risa møguleikar við sólorku um tøknin verður ment til elorkuframleiðslu við lægri framleiðslukostnaðum.

Mongdin av orku, ið rakar jørðina hvønn dag, svarar til 15.000 ferðir heimsins samlaðu orkunýtslu. Um bara ein brotpartur av hesi orku verður framleitt til el, vil heimsins orkutørvur verða nøktaður.

Sólorka er óstøðug, men verður hon tengd at orkugoymslum og snildum forritum, verður sólorka ein álítandi, støðug og áhaldandi bíligari orkukelda.

 

Lægri kostnaður á sólorku

Seinnu árini eru kostnaðirnir til sólorkuútgerð falnir munandi. Hetta merkir, at sólkorka í næstu framtíð, fer at verða javnsett á elnetinum, við aðrar orkukeldur í Europa.

Stórar sólorkuskipanir eru í sólríku økjunum a jørðini, eru vorðnar bíligasta orkukeldan og hava yvirhálað bæði oljuorku og vindorku.

Framleiðslukostnaðirnir falla alsamt og roknað verður við, at sólorka fer at ein stórur partur - í summum pørtum av heiminum, tann størsti - av globalu orkuveitingini.