Ljóskeldur

LED er ein munagóð og orkusparandi ljóskelda

Tað er stórur munur á góðskuni á LED perum, men EU orkumerkingin kann beina teg á rætta leið. Fylg 6 góðum ráðum og kom til hús aftur við røttu ljóskelduni.

Góð ráð í sambandi við keyp

  • Hygg eftir lumen heldur enn watt. Styrkin á LED perum verður máld í lumen. Hygg eftir hvat lumen tú skalt velja fyri at fáa somu ljósmongd sum við einari gløðiperu.
  • Hygg eftir orkumerkinum og vel LED við A+ ella betur.
  • Kanna litin á ljósinum. Heitt ljós á 2.700-3.300 K minnir um gløðiperur. 3.300-5.000 K gevur neutralt ljós  meðan yvir 5.000 gevur kalt ljós, sum svarar til dagsljós, mitt á degi. Kaldari ljós enn tað, hóskar illa til bústaðir.
  • Vel um perurnar skulu kunna dempast. Tað stendur á pakkanum.
  • Kanna eftir hvussu ljósglæman breiðir seg og hygg eftir um peran hóskar til lampuna. Breiddin á ljósgllæmuni er mekt á pakkanum við gradum (°).
  • Vel rættan lit og vel í minsta lagi Ra 80.

Skift frá halogen til LED

Skift til dømis 5 halogenspots á 35 watt út við LED – og spar 300 kr. um árið.

Fyrimunir við LED

  • Lág orkunýtsla - sum ein sparipera ella enn minni nýtsla
  • Long livitíð – 10 - 25 ár
  • Bíligasta ljóskeldan yvir tíð
  • Tendrar beinan vegin – einki við at bíða sum við spariperum
  • Fæst við bæði køldum og heitari, hvítum ljósi
  • Harført - tolir rystingar
  • Fæst nógvum støddum og formum
  • Vælegnað til spots
  • Fæst bæði til skrúvusokkul og stiftsokkul
  • Inniheldur ikki kyksilvur

Vansar við LED

  • Skiftandi góðska
  • Dýrt at keypa
  • Skal kunna sleppa av við hitan ella styttist livitíðin
  • LED at dempa, virkar ikki altíð til verandi innleggingar við gløðiperum ella halogenperum.
  • Hevur tú fleiri LED perur í sama rúmi, er ikki altíð vist at tær hava júst sama lit, hóast perurnar eru eins. Hetta sleppir tú undan við at keypa perur úr somu framleiðslurøð.

LED ljós til sjóvinnur - led.fo

Fá hjálp frá Lysguiden, tá tú stendur í handilinum

Spar Energi í Danmark hevur ment eina app til at finna tær bestu perurnar til bústaðin. Heinta appina og brúka hana tá tú keypir perur.